Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Fishfacts hevur í dag gjørt avtalu við Space X um keyp av fimm sergjørdum fylgisveinum. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi. Endamálið  er at gera tað lættari hjá skiparum og reiðarum at fylgja fiskiskapinum.

- Vit eru ómetaliga glaðir fyri, at eitt so stórt og víðagitt felag sum Space X hevur tikið uppgávuna á seg, sigur Óli Samró, stjóri í Fishfacts.

Fjølbroytti íverksetin, Elon Musk, er somuleiðis fegin.

- Okkara endamál er at fáa fólk á Mars, men áðrenn vit koma so langt, mugu vit hugsa um fólkini á jørðini. Fiskur er uttan samanbering týdningarmesta tilfeingið í heiminum, og tí síggja vit tað sum okkara skyldu, at gera tað lættari hjá skiparum og reiðarum at fáa fiskin til høldar, sigur Elon Musk, stjóri í Space X.

Les tíðindaskrivið her

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo