Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fishfacts bjóðar nú fram tænastuna, Fishfacts Analytics, har tú á einfaldan hátt kann greina fiskivinnuna í Føroyum, Íslandi, Norra, Danmark, Svøríki og Grønlandi.

Nýggja tænastan varð løgd fram í Smæruni í dag, har føroyskir og útlendskir bankar, greinarar og íløgufeløg, sum eitt nú Rabobank, DNB, Nordea Markerts, Carnegie v.m. fylgdu framløguni, ið varð stroymd beinleiðis á netinum.

-  Hetta er ein ómetaliga stórur dagur. Eg havi arbeitt sum ráðgevi og greinari í áratíggju, so eg veit, hvussu tíðarkrevjandi tað er, tá tú skal finna allar upplýsingarnar fram. Við Fishfacts Analytics tekur tað bert nøkur fá sekund, so hevur tú allar upplýsingarnar tøkar, sigur Óli Samró, stjóri á Fishfacts.

Við tænastuni kanst tú á lættan og einfaldan hátt síggja roknskapir, lyklatøl v.m. Tú kanst harafturat samanbera feløg í einum landi, millum lond, ella eftir fiskiskapi, t.d. hvussu klára pelagisku feløgini seg í Føroyum sammett við tey í Noreg ella Danmark?  

- Fishfacts Analytics er mítt lívsverk, sum nú verður talgildað og lættari atkomuligt. Hetta byggir á drúgvar royndir og vitan, eg havi savnað á yrkisleiðini, men tað er eisini umráðandi at fylgja við tíðini og menningini. Við einum klikki fær tú alt tað, tú hevur tørv á, sigur Óli Samró, stjóri á Fishfacts.

Hóast Fishfacts Analytics varð almannakunngjørd í dag, hevur tænastan verið ávegis leingi. Fyrrverandi greinarin hjá Nordea Markets, Kolbjørn Giskeødegård, letur væl at:

"Fishfacts Analytics sparir tær tíð og orku í leitanini eftir vitan um vinnuna, og gevur tær betri yvirlit av einari heldur torgreiddari vinnu."

Tað eru feðgarnir, Hanus og Óli Samró, ið eiga og reka føroysku loysnina, Fishfacts, ið eisini veitir AIS loysnir til fiskivinnuna, umframt yvirlit av øllum fiskiskipum í heiminum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo