Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fimm línuskip eru á landgrunninum, eitt við Ísland og trý eru á Íslandsrygginum. Tey á landgrunninum fiska mest av toski, hýsu og so nakað av longu og brosmu, tað við Ísland er meira blandað, meðan tey á Íslandsrygginum fiska mest tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira.

- Vit rokna við einum skipi fyrst í vikuni og so møguliga trimum seinni í vikuni, sigur Fiskamarknaður Føroya í síni meting fyri vikuna.

Viðvíkjandi útróðri verður sagt, at streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðrið verður gott, so vantandi verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Ein djúpvatnstrolari er vestanfyri og fiskar kongafisk og kemur hann at landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo