Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bara tvey línuskip eru til fiskiskap í løtuni. Annar landar mánadagin og hin helst síðst í vikuni. Báðir fiska mest av longu og so brosmu og tosk. Vantandi fara fleiri avstað tá streymurin fer at batna fyrst í vikuni.

Streymurin er harður, men hann lovar gott veður, so kanska verður nakað av útróðri seinni í vikuni, tá streymurin eisini fer at batna.

Ein djúpvatnstrolari fiskar stinglaks og annan djúpvatnsfisk og ein fiskar kongafisk. Tann við stinglaksi landar fyrst í vikuni, meðan tann við kongafiski landar síðst í vikuni.

Fimm pør eru til fiskiskap - øll fiska upsa er fiskaríið er brúkiligt, skrivar Fiskamarknaður Føroya.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo