Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Tvey ísfiskaskip eru undir Føroyum. Tey fiska mest av longu, brosmu og tosk. Eitt landar mánadagin og hitt síðst í vikuni. Av frystulínuskipunum eru fimm við Føroyar, eitt við og eitt er á veg heim av Flemish Kap

Streymurin harðnar sum vikan líður, men veðri verður gott, so helst verður nakað av útróðri.

Ein djúpvatnstrolari eru úti og fiskar svartkalva. Hann landar møguliga síðst í vikuni.

Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Trý pør fiska gulllaks.

Bara ein trolbátur er úti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo