Fiskamarknaður Føroya: Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Fýra frystilínuskip eru við Føroyar og eitt er við Grønland. Trý liggja við bryggju. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Fimm liggja við bryggju.
Streymurin verður harður, men veðrið verður gott fyri tað mesta, so vit væta nógvan útróður. Nakrir fara helst út á Føroya Banka.
Tríggir ísfiskatrolarar fiska svartkalva við Føroyar og ein frystitrolari er í bretskum sjógvi og fiskar eisini svartkalva. Smáligt fiskarí eftir svartkalva.
Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verið brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni.
Ein trolbátur er norðanfyri og fiskar mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Ein er á landleiðini. Hann fiskar mest flatfisk og tosk. Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.
Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Smáligt fiskarí. Øll landa væntandi í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo