Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Trý smá línuskip eru til fiskarí. Tey fiska mest hýsu, tosk og longu. Øll landa í vikuni. Restin liggur við bryggju, men helst fer okkurt avstað tá veðrið batnar. Tvey frystilínuskip eru við Ísland og seks eru á ytru leið undir Føroyum.

Tað skrivar Fiskamarknaðurin í síni meting fyri vikuna sum kemur.

Streymurin er harður til útróður, men batnar sum vikan líður.

- Veðrið verður umskiftandi, so tí vænta vit ikki nógv av útróðri. Bátarnir fá mest av hýsu og so nakað av toski.

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu  og kemur at landa fyrst í vikuni. Ein liggur við bryggju og ein frystitrolari fiskar svartkalva í Grønlandi.

Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu. Smáligt fiskarí. Tvey pør liggja við bryggju, men fara væntandi avstað í næstum.

Allir trolbátarnir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað tá veðrið batnar.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Smáligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo