Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Suðurstreymoyar tjóðveldisfelag skipar fyri almennum tiltakið í Smæruni, mikud. tann 20 nov. undir heitinum “Fiskivinnan úr ymiskum sjónarhornum”.

Tiltakið byrjar klokkan 19:00, og endar í seinasta lagi klokkan 21:00. Tríggjar framløgur verða, og aftaná hesar verður høvi hjá luttakarum at seta fram spurningar ella viðmerkingar til framløgurnar og/ella kjakið sum heild.

Framløguhaldararnir verða:

Kári Petersen,  búskaparfrøðingur.
Árni M Dam,  fyrrv. skrivari í Føroya Reiðarafelag.
Ingolf S Olsen, fyrrv. tinglimur og framsøgumaður í fiskivinnumálum.
 
Eftir nýggja uppskotinum er tilfeingið formelt enn fólksins ogn, men samstundis verða loyvini løgd um til 12 ára loyvir, og skulu leingjast á hvørjum ári, við einum ári, sokallaði rullandi 12 ára fiskiloyvir.

Hetta merkir við øvugdømi at um loyvishavari skal missa loyvið, so krevjast trý fólkavald løgting á rað at siga nei til at leingja loyvið við einum árið, 12 samanhangandi ár. Hvussu sannlíkt er hetta ? og hvønn týdning hevur orðingin fólksins ogn tá ?
 
Tað finnast nógvir aðrir viðkomandi spurningar, og nógvar viðkomandi viðmerkingar tá umræður okkara dýrasta tilfeingi.

Hesar spurningar kunnu tit møguliga sjálvi seta á tiltakinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo