Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Kringvarpið: Russiska sambandið, fiskiskapurin á Føroyabanka og tilfeingis- og tøkugjaldini eru millum annað á skránni til Fiskivinnutingið í Klaksvík í kvøld klokkan 19:30.

Torradagar eru í Klaksvík hesa vikuna, og sum siðvenja er, so verður skipað fyri einum Fiskivinnutingi í sambandi við Torradagarnar.

Fiskivinnutingið verður í erva í Miðhøllini í Skúlanum á Skúlatrøð klokkan hálvgum átta í kvøld. 

Siðvenja er eisini, at Kringvarp Føroya sendir Fiskivinnutingið í sjónvarpinum, og soleiðis er eisini í kvøld. 

Sent verður frá Fiskivinnutinginum beint eftir Dag og viku í kvøld. 

Fiskivinnukjak 2021 í Klaksvík

Aftur í ár verður tað Jón Brian Hvidtfelt, sum verður vertur og orðstýrari á Fiskivinnutinginum á Torradøgunum, eins og hann var tað í 2021 (Savnsmynd)

Trý evni á skránni

Trý evni verða tikin upp í Fiskivinnutinginum í kvøld:

Russiska sambandið
Pallborðsluttakarar:
Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum 
Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur  
Bjarni Hammer, formaður í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum  
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum og fyrrverandi landsstýrismaður í uttanríkismálum

Fiskiskapurin á Føroyabanka
Pallborðsluttakarar:
Eilif Gaard, Havstovan 
Gutti Vinther, kokkur  
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum 
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum

Tilfeingisinntøkurnar skulu endurskoðast  
Pallborðsluttakarar:
Ragnar Joensen, nevndarformaður í Nordic Aqua Partners 
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur  
Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum 
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum 

Jón Brian Hvidtfeldt verður vertur og orðstýrari í Fiskivinnutinginum. 

Til ber eisini hjá hyggjarum at seta spurningar her á heimasíðu Kringvarpsins frá klokkan 17. 

Øll skráin fyri Torradagarnar sæst HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo