Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í samband við mentanarnáttina sum er í Havn í dag er eitt av tiltøkunum heldur øðrvísi og neyvan roynt í Føroyum áður.

Talan er um eina gongu, har øll kunnu vera við, um tey bara hava eitt fjákut gongulag. Íblásturin hava fyriskipararnir fingið úr sketsjuni Ministry of Silly Walk hjá Monty Python.

Í videobrotinum omanfyri frá BBC er tað fólk í ungarska høvuðsstaðnum Budapest sum skipaðu fyri einum líknandi tiltaki 1. apríl.

Hevur tú hug at ganga fjákut saman við øðrum í dag, so hendir tað í Vágsbotni frá klokkan 17.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo