Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Fríggjadagin 20. mai 2022 skipaði Frítíðarskúlin í Hoyvík fyri innandura fótbóltskapping fyri frítíðarskúlar í Tórshavnar kommunu. 16 lið luttóku úr frítíðarskúlunum, ið eru felags um samanlagda virksemið.

Kappingin byrjaði kl. 12, tá fyrsti dysturin í bólki 1 varð spældur. Kappingin var skipað í fýra bólkar við fýra liðum, har vinnararnir av bólkunum sluppu víðari í ein finalubólk.

Innleiðandi vórðu 24 dystir spældir, og stuttligt var at síggja, hvussu íðin børnini vóru, bæði gentur og dreingir. Flestur dystirnir vóru sera javnir, tí heili 18 av dystunum endaðu við í mesta lagi einum máli á muni.

Liðini, ið komu víðari í finalubólkin vóru: Løgmannabreyt 2, Argjahamar 1 og Badmintonhøllin 1 og 2. Aðrir stovnar, ið vóru við, vóru frítíðarskúlarnir í Hoyvík, á Fløtum, Smílibýlið, Sankta Frans og Lítliskúli.

Umleið 160 børn luttóku á ymisku liðunum. Stovnarnir møttu eisini til tiltakið við nógvum áskoðarum, so í alt vóru umleið 400 børn, starvsfólk og nøkur foreldur í Hoyvíkshøllini, meðan kappingin var.

Vinnari av kappingini gjørdist Frítíðarskúlin á Argjahamri. Liðið vann 1-0 á Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini í finaluni. Sostatt gjørdist Frítíðarskúlin á Argjahamri steypavinnari fyri frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo