Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fjørusmátturnar, sum sp/f Bakkavegur letur byggja, eru í dag reistar í Sørvági.

Tað er sp/f Westtech, sum hevur teknað og sum eisini byggir tær fimm smátturnar.

Eftir ætlan verða tær tøkar til ferðavinnuna 1. juli 2021.

Smátturnar standa á einum øki, oman móti fjøruni, har nakrir hjallar fyrr hava staðið.

Tørvurin var ikki longur hin sami fyri hjallunum og onkur teirra trongdið til ábøtur.

Tá sp/f Bakkavegur gjørdi av at keypa hjallarnar og lendið um teir, við ætlan um at taka teir niður, og byggja nýtt, var tankin at vera trúgvur móti tí gamla sniðinum.

Við glasi móti sjóvarmálanum taka nýggju smátturnar seg út sum neyst, har tað um kvøldið ber til at njóta sjálsama vakra vesturskinið sum er í Sørvági.  

Pláss verður fyri 6 gistandi í hvørjari smáttu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo