Ímeðan summi hoyrast tosa um at seta príseftirlit á stovn tí alt er blivið so dýrt, so siga roknskapirnir hjá føroysku handlunum eina aðra søgu.
Í fjør restaðu 7,6 milliónir krónur í hjá Føroya Keypssamtøku, eftir at bruttovinningurin var minkaður við áleið somu upphædd. Hetta er annað árið á rað við halli, og seinastu tvey árini hevur samlaða undirskotið hjá Føroya Keypssamtøku verið nærum 10 milliónir krónur.
Í leiðslufrágreiðingini verður sagt, at tað er ikki nøktandi, og als ikki í samsvari við væntanirnar sum vóru vinningur á upp til hálva millión krónur. Inflatiónin og so ein nýggj KT skipan gjørdu sítt til, at tað gekk sum tað gekk, stendur.
Eisini í ár væntar leiðslan í FK at hall verður á botnlinjuni. Tað fer at liggja ímillum 1,3 og 1,8 mió kr, verður sagt.
Fíggjarstøðan hjá FK javnvigar við 92,5 mió kr og eginognin er uppá 42 mió kr.
Súsanna Poulsen er fyritaksstjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo