Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Flaggdagin 25.apríl verður flaggdagshald í Fuglafirði kl 14:00 sum hornorkestrið skipar fyri.

Flaggdagshaldið verður í Miðstaðarlundini kl 14:00 við røðu og horntónleiki.

Kl 15:00 verður kvøldskúlaframsýningin sett í Ribarhús Gudny Vang, býráðslimur setur framsýningina.

Á framsýningini verður ymiskt handaligt arbeiðið innan maskinbinding, brodering, binding og hekling, leir, glaslist, modelskipum o.ø  sýnt fram.

Ættargransking, urtagarðskeið og trolarbeiðið sýna eisini fram.

Menn gera mat bjóða brellbita

KL 16:00 framføra klavernæmingar hjá Hera Jøkladal

Kl 16:30 framføra klavernæmingar hjá Anki

Kl 17:00 verður konsert við harmonikuliðnum hjá Hóraldi Joensen

Lúkan hevur opið kl 15:00- 17:30 við sølu av kaffi og góðum søtum afturvið.

Kvøldskúlaframsýningin verður opin til 1.mai, vikudagarnar kl 13:00- 16:00 og leygardag kl 11:00-14:00.

Flaggdagin kl 20.00 skipar Sprotin fyri bókaframløgu, ísamband við at triða bindið í Rímur á reki hjá Alexandur Kristiansen verður givið út.

Mentanarhúsið er karmur um tiltakið, har upplestur, sangframførslur o.a er á skránni. Kafe er í Mentunarhúsinum frá kl 14:00 við kokkinum Ruben Busk allan flaggdagin.

Vælkomin til ein fjølbroyttan flagg dag í Fuglafirði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo