Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgingið setir hol á viðgerðina av fleiri lógarmálum á tingfundinum sum byrjar klokkan 11 í dag.

Landsstýrið eigur øll málini.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, eigur uppskotið um at broyta reglurnar um sundurbýti av eldri bygningum í eigaraíbúðir. Og Bárður Nielsen, løgmaður, eigur málið um at umskipa Kærustovnin, so  kærunevndini í lendismálum, Vinnukærunevndini og Skuldarumskipanarnevndini verða avtiknar. Eins og ríkislógartilmælið um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om Folketingets Ombudsmand.

Páll á Reynatúgvu, tingmaður, vil vita ymiskt viðvíkjandi negativu rentuni, eitt nú hvussu nógva inntøku, bankarnir hava fingið av henni og ymsum avgreiðslugjøldum og annað hesum viðvíkjandi.

- Ilt gerst verri, tá kundin, sum eigur lívið í bankanum, hjálparleysur stendur og hyggur at, meðan íleggjararnir fara avstað við hart vunnu og uppspardu krónunum, sigur tingmaðurin millum annað í fyrispurninginum, sum tingið altso atkvøður um í dag.

Skráin sæst her, og til ber eisini at fylgja við beinleiðis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo