Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Negativar rentur og endurgjald fyri avgjøld á orkuvinarligar bilar koma til aðru viðgerð og sostatt atkvøðugreiðslu á tingfundinum sum byrjar nú klokkan 13.

Uppskotið um negativu renturnar skal millum annað gera tað greitt, at vinnurekandi, sum hava pengar standandi á bók, kunnu draga møguligar útreiðslur av tí frá í skattskyldugu inntøkuni - nakað sum TAKS ikki heldur heimild vera til, sum lógin í dag er orðað.

Talan er um samgonguuppskot.

Uppskotini um at broyta avgjaldið á orkuvinarligum bilum eigur Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn. Tað miðar eftir at gera mun á elbilum og hybridbilum, so teir seinnu ikki hava rætt til endurrindan av avgjøldum, tí teir eru í veruleikanum ikki "grønir", sigur uppskotsstillarin.

Tað ber til at fylgja tingfundinum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo