Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini.

 

Spyrjari: Rósa Samuelsen, løgtingskvinna
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Mál- og samskiftistrupulleikar hjá børnum og ungum

Spurningar:

- Hvørjir myndugleikar og stovnar hava ábyrgdina av børnum og ungum, sum hava mál- og samskiftistrupulleikar?

- Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at styrkja og menna mál- og samskiftisførleikar hjá børnum og ungum?

Viðmerkingar:
Fyri at kunna trívast og mennast er alneyðugt at føla seg at hoyra til í felagsskapinum og hava tilknýti til samfelagið, men soleiðis er tað ikki hjá øllum børnum og ungum.

Fleiri børn og ung hava álvarsligar mál- og samskiftistrupulleikar og hava tí stórar avbjóðingar at virka í samfelagnum. Foreldur eru í døpurhuga, tí tey vita ikki, hvønn tey skulu venda sær til. Tað er ikki eitt stað, har ein kann venda sær til, hvørki til at fáa ráðgeving ella viðgerð.

Fleiri foreldur eru ørkymlað og mugu gjalda sjálvi nógvan pening fyri at fáa hjálp frá privatum veitarum. Í ein ávísan mun fáa børn taluundirvísing á dagstovnum frá Sernámi, men tá eitt barn fer í skúla, er tað ikki ein sjálvsagdur partur av fólkaskúlanum at fáa hesa tænastu.

Tað hevur stóran týdning, at tey vaksnu, sum eru um barnið, verða førleikament, so tey kunnu skapa mennandi karmar saman við og fyri barnið. Serliga, tá talan er um børn við álvarsligum samansettum mál- og samskiftistrupulleikum.

Altavgerandi er at seta tíðliga inn við hjálp og stuðli.

Tørvur er á, at tað er éin myndugleiki og éin ávísur stovnur, sum hava ábyrgdina av at tryggja, at børn og ung fáa undirvísing, tá talan eru um lesi- og skriviveik, blind, deyv, tunghoyrd, tal- ella orðblind.

Talan er eisini um børn, sum tilflytarar, sum ikki duga føroyskt ella danskt.

Í okkara grannalondum er málvegleiðari, sum hevur sum uppgávu at lofta børnum á dagstovnum, so tey fáa møguleikan at virka í felagsskapinum.

Skulu øll klára seg í samfelagnum á jøvnum støði, so er alneyðugt politiskt at fáa staðfest, hvør hevur ábyrgdina av hesum týdningarmikla øki, og eigur at loysa hesar uppgávur. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 22. apríl 2022
Rósa Samuelsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo