Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sum svar upp á at russiskir diplomatar eru útvísir úr evropeiskum londum, hevur Russland seinastu dagarnar útvíst næstan hundrað diplomatar og starvsfólk á sendistovunum í Moskva.

Í dag boðar uttanríkismálaráðið í Russlandi frá at kravt verður at Slovenia minkar talið av diplomatiskum starvsfólkum við fýra persónum, skrivar tíðindastovan RIA Novosti sambært VG.

Og fyrr í dag boðaði sama ráð frá, at útvístir verða fimm portugisiskir diplomatar sum svar upp á at Portugal útvísti 10 russar í apríl, sambært Reuters.

Mikudagin boðaði uttanríkismálaráðið frá at 34 franskir, 24 italskir og 27 spanskir diplomatar verða útvístir.

Síðani Russland fór í kríggj við Ukraina 24. februar, hava evropeisk lond útvíst yvir 300 russisk ambassadustarvsfólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo