Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Vága kommuna hevur í eina tíð arbeitt við at finna loysnir til at betra um ferðslutrygdina í bygdunum, og samstundis er ætlanin at endurskoða ferðslutrygdarætlanina fyri kommununa.

Í vikuni var fundur í ferðslunevndini, har borgarstjórin, umboð frá teknisku deild, tvey umboð frá ungdómsráðnum og Mikkel Frandsen ferðsluráðgevi hittust.

- Ymisk mál um trygd í ferðsluni vórðu umrødd, og umboðini úr ungdómsráðnum fingu møguleika at greiða frá sínum tonkum um trygdina á vegnum og um hvørjar broytingar dentur eigur at verða lagdur at fyri at bøta um ferðslutrygdina hjá teimum ungu, serliga er tað ótryggleikin tá farast skal tvørtur um høvuðsvegin ið fylti nógv hjá teimum. Tað er týdningarmikið er at vit lurta eftir teimum ið vit skulu royna at verja, tá avgerðir sum viðkoma teimum verða tiknar.

- Kommuna hevur avtalað fund við Landsverk og løgregluna, har millum tað sum verður á skránni  eisini verður tað sum ungdómsráðið hevur víst á, saman við øðrum avbjóðingum vit hava av ferðsluni í kommununi hjá okkum

- Vit hava uppskot til loysnir, og saman við Landsverk og løgregluni koma vit vónandi á mál, sigur Vága kommuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo