Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Fyrstu fýra mánaðirnar í ár vóru fluttar góða 4,5 mia. kr. í lønum, pensjónum og øðrum veitingum umvegis føroysku a-skattaskipanina.

Hetta vóru góð 5% meira enn enn somu tíð í 2022.

Av samlaðu lønunum og veitingunum á 4,5 mia. kr., vórðu goldnar góða 1,4 mia. kr. í inntøkuskatti. 673 mió. kr. til landið og 750 mió. kr. til kommunurnar.

Samlaði inntøkuskatturin til land og kommunur var 6,3% hægri fyrstu fýra mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í 2022.

Ferðafólkatalið um flogvøllin næstan komið uppaftur á metárið 2019
Fyrstu fýra mánaðirnar í ár fóru 101.723 ferðafólk um flogvøllin í Vágum.

Hetta er umleið 19% fleiri enn somu tíð í fjør, tá ið tað fóru 85.811 ferðafólk um flogvøllin.

Ferðafólkatalið um flogvøllin er sostatt komið upp á nærum sama ferðafólkatalið, sum metárið 2019, tá ið tað fóru 102.882 ferðafólk um Vága Floghavn fyrstu fýra mánaðirnar av árinum.

Nógv færri nýggir persónbilar skrásettir higartil í ár
Skrásetingin av nýggjum persónbilum er nógv lækkað seinastu tíðina. Fyrstu fýra mánaðirnar í ár vórðu skrásettir 534 nýggir persónbilar á Akstovuni.

Hetta er nakað lægri enn um somu tíð í 2015, tá ið tað vórðu skrásettir 564 nýggir persónbilar.

Skrásetingin av nýggjum bilum minkaði nógv meðan koronasmittan gjørdi um seg, men kom síðan nakað uppaftur, og er nú minkað aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo