Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Fleiri mundu við mær sett í hálsin herfyri tá umboð fyri Búskaparráðið, í sjálvum sjónvarpstíðindunum í KVF, mælti til, at eingin fiskimaður skal forvinna meira enn 400.000 krónur árliga - við tí grundgeving at fiskimenn eru “ófaklærdir”, segði formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, í formansfrágreiðing síni á landsfundinum í dag.

- Hendan niðrandi útsøgnin særdi óivað fleiri túsund føroyingar. Tí mong eru vit sum vita fullvæl, og onga løtu gloyma, at fiskimaðurin hevur í meira enn 100 ár røkt sítt yrki við lít — og hevur mangan rindað ein ógvuliga høgan kostnað fyri hetta. Mangir eru teir ið ikki bóru boð í bý aftur.

- Hartil skulu vit minnast at krøvini til fiskimenn hvat tí yrkisliga viðvíkur eru ídag hægri enn nakrantíð fyrr. So - við øllum hesum í baksýni - at fáa hetta sera óføroyska heitið “ófaklærdur” blakað eftir sær, er einki minni enn ófrættakent.

- Hetta er ikki bert ein ófólkaligheit, hetta er frekleiki av fúlastu skuffu, segði formaðurin.

- Men enn verri, tað mest óunniliga í hesum er at her verður lagt eftir okkara samráðingarrætti, sjálvum grundarlagnum í fakfelagsrørsluni.

- Umberingin fyri hesa atsókn er at vit skulu eitast fyri at vera “ófaklærdir”.

- So her tykjast víðgongd umboð fyri systemið at vilja býta okkara samfelag upp í kastur.

- Um hesi víðgongdu fá makt sum tey hava akt, so verða okkara limir hølvaðir heilt niður í 35 krónur um tímar fyri okkurt skipið.

- Tílíkt fara vit sjálvandi ikki at góðtaka, og ynskja tað heldur ikki fyri nakran her á landi.

- Vit eru okkara løn verdir, hóast hon mangan er lág, segði Jan Højgaard.

- Tað er sera óklókt at geva arbeiðsliga óroyndum persónum við víðgongdum sjónarmiðum fría atgongd til senditíð og teinapláss í tíðindamiðlunum.

- Slíkir persónar kunnu í miðlahøpi tykjast skilagóðir, serliga fyri teimum ið ikki kenna til hvussu avmarkað teirra vitan í veruleikanum er, eitt nú tá tað kemur til viðurskifti ið gera seg galdandi innan fiskivinnuna.

- Og tíverri hava summir av hesum persónum verið við til at sjóseta og spreiða ymisk niðrandi heiti og orðingar fyri fiskimenn og tey ið varða av okkara vinnu.

- Eitt evni til umtalu av fiskimonnum og verkafólki sum soleiðis er farið at hoyrast í tíð og ótíð, er heitið “ófaklærdur” og “ófaklærd” — hvør skal siga, hesir fiskimenn og hesi verkafólk hava hvørki yrkisvenjing ella fakligan kunnleika, og tí hava tey ikki uppiborið annað enn lágan status og lága løn.

- Tílík fordómsfull tala í tí almenna rúminum tænir einum gomlum hugsunarhátti ið tvíheldur um stættarsamfelagið, og umboðar ein ágang ið vit sum felag ikki kunnu góðtaka.

- Okkara limir eru partur av sjálvum fundamentinum í okkara samfelag, teir duga sanniliga sítt yrki! Tey yrkisligu krøv ið verða sett fiskimonnum eru alt annað enn lin, og upp á nógvar mátar munandi strangari enn tað sum flestu bólkar á landi eru vanir við.

Víðari segði formaðurin, at tá korona kreppan tók kvørkratak á fiskaprísinum, hevði Fiskimannafelagið nakrar fundir við umboð fyri Løgtingi, fyri at bøta um støðuna sum var komin.

- Hóast vit vóru bjartskygdir, og væntaðu, at vit fóru at verða partur av einum hjálparpakka, so kom so at siga onki burtur úr, tá ið saman um kom.

- Tað hevur so viðført, at ávísir fiskimenn fóru áleið 75% niður í hýru í summar. Hetta hevur tó javnað seg nakað aftur.

- Tá vit hugsa um, hvat onnur hava fingið úr Landskassanum, so er skjótt at føla, at ein ongan góðan eigur á Tingi.

- Tó eiga vit hvønn annan, og tað kann røkka langt, um vit vilja, segði Jan Højgaard millum annað í síni formansfrágreiðing.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo