Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bill Justinussen, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Heitt vatn í undirgrundini

Spurningar:
1. Hvørjar upplýsingar hevur landsstýrismaðurin um, hvar í Føroyum heitt vatn er at finna í undirgrundini?

2. Hvørjar royndir eru gjørdar at bora djúpt, eitt nú frá 500 og niður á 1000 metrar?

3. Hvussu nógv kostar tað at bora 1000 metrar niður og at fáa heita vatnið upp?

4. Hvussu mong húsarhald kunnu við einum slíkum jarðholi í miðal gagnnýta heita vatnið?

5. Heldur landsstýrismaðurin tað vera eitt gott hugskot, at tað almenna borar niður á heitt vatn og letur føroyingum í nærumhvørvinum atgongd til heitu keldurnar?

Viðmerkingar:
Fleiri velja at fáa sær jarðhita. Í fleiri førum er rakt við heitar vatnkeldur, tá borað verður fyri jarðhita.

Á heimasíðu Jarðfeingis stendur soleiðis um jarðhitaboringar:

«Síðani á sumri 2018 er hitin í vatninum máldur í umleið 400 jarðhitaboringum kring allar Føroyar. Sigast kann, at jarðhitavøksturin í føroysku undirgrundini sum heild hækkar umleið 3oC pr. 100 metrar. Hóast hetta vísa mátingar, at fjølbroytni er í jarðhitavøkstrinum á ymisku støðunum í Føroyum.»

Við vitanini hjá Jarðfeingi hækkar hitin í miðal 30 stig fyri 1000 metrar. Um keldurnar geva so mikið av varandi vatni við varandi hita, at tær kunnu hita hús, vildi hetta verið ein alternativ orkukelda, sum kundi minkað um oljunýtsluna.

Á Løgtingi, 28. mars 2022
Bill Justinussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo