At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaðurin: Eitt línuskip er á Føroya Banka og kemur tað at landa mánadagin. Tað fær mest av hýsu, longu og havtasku. Restin liggur við bryggju og fara neyvan út fyri enn eftir Ólavsøku. Fimm frystilínuski eru undir Føroyum og eitt er í altjóða sjógvi.

Streymurin verður hampuligur og veðrið verður eisini hampuligt, so tí verður nakað av útróðri.

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og kemur vantandi at landa í vikuni. Hann er í bretskum sjógvi. Ein frystitrolari er eisini í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva.  Ein liggur við bryggju.

Trý pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo