Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Valurslit.fo: Nógv tey flestu valevnini, ið stilla upp til fólkatingsvalið hesaferð, eru skrásett at búgva í høvuðsstaðarøkinum, sum eisini er fólkaríkasta økið í landinum.

Ítøkiliga búgva 25 av teimum 60 valevnunum í Suðurstreymoy. Tað eru omanfyri 40 prosent. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava sjey valevni hvørt, sum búgva í høvuðsstaðarøkinum. Framsókn stillar upp við fimm valevnum hesaferð, og fýra teirra búgva í Suðurstreymoy.

10 valevni búgva í Eysturoy, sum svarar til 17 prosent. Sambandsflokkurin eigur helmingin, meðan Fólkaflokkurin hevur tvey valevni, sum eru búsitandi í Eysturoy.

Í Norðoyggjum eru sjey valevni, sum svarar til 12 prosent. Fólkaflokkurin hevur trý, og Sambandsflokkurin hevur tvey.

Verða øll valevnini flokkað eftir gomlu valdømunum, so hava Vágar seks valevni, fimm valevni eru úr Suðuroy, og Norðurstreymoy og Sandoy hava trý valevni hvør.

Eitt valevni er skrásett at búgva í Danmark.

Her er yvirlit yvir valevni og teirra skrásetta bústað:

Suðurstreymoy (25):
A: Christian Andreasen, Sólvit E. Nolsø (2)

B: Jensia Højgaard Kjærbæk, Johan Dahl, Kaj Leo Holm Johannesen og Petrina Maria Berg á Lag (4)

C: Aksel V. Johannesen, Barbara Apol Gaardlykke, Bjørg Dam, Djóni Nolsøe Joensen, Ingilín Didriksen Strøm, Kristianna Winther Poulsen og Sjúrður Skaale (7

E: Annita á Fríðriksmørk, Beinta Løwe, Bjørt Samuelsen, Hervør Pálsdóttir, Magni Arge, Høgni Hoydal og Liljan Weihe (7)

F: Ruth Vang, Bjarni Kárason Petersen, Súsanna Olsen og Karlot Hergeirson (4)

H: Jenis av Rana (1)

Eysturoy (10):
A: Jógvan á Lakjuni og Uni Rasmussen (2)

B: Anna Falkenberg, Edva Jacobsen, Helgi Abrahamsen, Jaspur Langgaard og Magnus Rasmussen (5)

E: Jóhan Christiansen (1)

F: Hanna Jensen (1)

H: Bill Justinussen (1)

Norðoyggjar (7):
A: Beinir Johannesen, Árni Skaale og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (3)

B: Frimodt Rasmussen og Hanna Ovadóttir (2)

C: Eyðgunn Samuelsen  (1)

H: Steffan Klein Poulsen (1)

Vágar (6):
A: Jørgen Niclasen (1)

B: Eyðdis Hartmann Niclasen og Rósa Samuelsen (2)

C: Jóhannis Joensen (1)

E: Ásla Leila B. Johansen og Ingolf S. Olsen (2)

Suðuroy (5):
A: Jacob Vestergaard (1)

B: Erhard Joensen (1)

C: Bjarni Hammer og Henrik Old (2)

E: Sirið Stenberg (1)

Norðurstreymoy (3):
B: Bárður á Steig Nielsen og Haraldur Símunarson Hammer (2)

E: Rógvi Nybo (1)

Sandoy (3):
B: Sámal Hanni Lognberg (1)

C: Sigrið Sámalsdóttir Hentze (1)

E: Kristian Oskar J. Henriksen (1)

Danmark: (1):
C: Jóan Pauli Dahl Jakobsen (1)

Sí valurslit.fo her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo