Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Í seinnu helvt av 2022 hava føroysku bankarnir hækkað bæði innláns- og útlánsrenturnar; útlánsrenturnar eru í miðal hjá føroysku bankunum øktar frá at vera 2,9% í august til 3,23% oktober 2022 og sannlíkt er, at tær hækka meira komandi mánaðirnar.

Økt útlánsrenta merkir øktar rentuútreiðslur til bæði sethúsalán, billán og onnur nýtslulán.

Hækkar rentan við 1 prosentstigi, veksa mánaðarligu rentuútreiðslurnar við umleið 800 kr. um mánaðin fyri hvørja millión krónur, ið ein skyldar. Tó merkir hetta ikki neyðturviliga, at mánaðarliga lánsgjaldið hjá tí einstaka hækkar 800 kr. fyri hvørja millión, tí hædd skal takast fyri m.a. rentustuðli og longd av afturgjaldstíð.

Tey, sum verða rakt av rentuhækkingunum, eru tey, sum hava lán við broytiligari rentu. Nærum 87% av lánunum hjá føroysku húskjunum hava broytiliga rentu og 95% av lánunum eru við avdráttum (okt. 2022), sí mynd 1. Lánini í føroysku bankunum hava øll broytiliga rentu, og hesi verða tí beinleiðis rakt av rentuhækkingunum.

Realkredittlánini hava ymisk rentubindingartíðarskeið. Tað merkir, at realkredittlán við broytiligari rentu hava rentu, ið liggur føst í ½ til 5 ár, og húskir við slíkum realkredittlánum verða ikki øll rakt beinanvegin av rentuhækkingum. Tey, ið hava realkredittlán við fastari rentu, verða ikki rakt av rentuhækkingunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo