Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Um vikuskiftið stóðst øsing av ein søgu um, at sitandi býráð ætlar at broyta byggisamtyktina fyri fløtuna í Hoydølum, so at øll fløtan sum hon er verður umskapt til eitt stórt parkeringspláss.

Hetta er sjálvandi ikki rætt.

Fólk flest vita, at býráðið ongan ræðisrætt hevur í Hoydølum. Tórshavnar kommuna eigur ikki Hoydalar, hvørki jørð, fløtu og bygningar – ikki eingang vegin oman í Hoydalar.

Hetta er ogn og ábyrgd hjá tí almenna og tí er skotið rættiliga langt við síðuna av, tá sitandi býráð eisini fær skuldina fyri at bygningar og umhvørvið í Hoydølum ferst í órøkt. Hesum hevur Tórshavnar kommuna onga ábyrgd av.

Tað almenna og Tórshavnar kommuna hava gjørt eina frílendisavtalu, har øll skipan av lendinum í Hoydølum skal gerast í samstarvi við allar viðkomandi myndugleikar, soleiðis at lendið kann verða til gagns fyri almenningin. Gamla Sanatoriutrøðin er ogn hjá Innlendismálaráðnum og løgd til Umhvørvisstovuna at umsita.

Partur av avtaluni um kampusøki á Frælsinum er, at landsstýrið ger eitt sundurbýti í Hoydølum, so at Studentaskúlin kann seljast Tórshavnar kommunu. Fyri at sundurmatrikkulera økið er tað eitt krav, at byggisamtyktin verður broytt.

Tað er ongin ætlan at byggja nakað afturat í Hoydølum. Kommunan hevur ongan áhuga í at fara út á fløtuna og kann í skeytinum lýsa, at als onki skal byggjast á økið.

Men broytingin av byggisamtyktini er ein fortreyt fyri ummatrikuleringini. Og tað, at ein tekning vísir eina matrikkkullinju, merkir ikki, at alt økið innanfyri matrikkulin skal fyllast við parkeringsplássum.

Ein ógrundað øsing í sambandi við hetta málið kann gerast sera óheppin, um málið dregur út av teirri orsøk. Tí hesar broytingar eru avgerandi fyri, at sølan millum tað almenna og kommununa kann fremjast, soleiðis at kampusøkið á Frælsinum skjótast verður veruleiki.

Verður málið um yvirtøku av Hoydølum ikki loyst – og so verður heldur onki av kampus úti á Frælsinum.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo