Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Aftast frá vinstru: Rajko Petrovic, venjari, Hjørtur Joensen, Jón Weihe Simonsen, Óskar í Haraldsstovu Weihe, Teitur Anderson, Oddur í Haraldsstovu Petersen, Julina Vest Niclasen og Katla Henriksen. Fremst frá vinstru: Guðrun Johnsdóttir, Ragnar Weihe, Tóki Joensen, Bárður Heðinson, Ari í Haraldstovu Petersen og Sissal Ellefsdóttir

Tað gjørdist SÍ dreingir 16, sum blivu Føroyameistarar eftir ein sigur á Fleyr.

Fyrsta setið vann SÍ 25 – 19, meðan annað settið gjørdist munandi javnari. Fleyr førdi móti endanum 23-21, men SÍ kempaði seg inn í dystin aftur, og liðini skiftust um at verða frammanfyri til SÍ at enda dróg longra stráðið og vann settið 33-31. Eitt spennandi og vælleikt sett av báðum pørtum.

Seinasta settið endaði 25 – 20 til SÍ, og harvið gjørdist SÍ dreingir 16 Føroyameistari.

Heiðurmerki og teyp vóru handaði av Bjarna Hammer, býráðslimi í Tvøroyrar Býráð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo