Tað gjørdist SÍ, sum vann slagið um Vágar, tá tær í gjár vunnu 3 – 1 á Drátti á Giljanesi.
Tað var eisini SÍ sum kom best frá byrjan, og vann fyrsta settið 25- 16, men í einum spennandi øðrum settið megnaði Dráttur at vinna hetta settið 26 – 24.
Spenningur koma aftur í dystin, men tað gjørdist tó SÍ, sum við betra spælinum vann tvey tey næstu settini ávikavist 25- 21 og 25 – 18, og harvið dystin 3 – 1.
Úr bólki 1 verða tað sostatt KÍF og Sí sum koma í hálvfinalurnar, sum verða í Høllini á Hálsi 2. Januar.
Í hálvfinaluni skal KÍF dystast móti Fleyr, meðan SÍ skal spæla ímóti TB.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo