

Ein skuldi ikki hildið, at slíkt bar til.
Men ein flogskipari noyddist at klætra inn gjøgnum vindeygað í stýriklivanum eftir at eitt av ferðafólkunum umborð av misgávum stongdi hurðina inn í klivan, tá ongin var har inni. Viðkomandi hevði verið á vesi og kom undir hurðina inn í cocpittið, so hon fór í lás.
Flogfelagið Southwest Airlines átti flogfarið, sum einans varð seinkað í 8 minuttir av hendingini, skriva fleiri miðlar, teirra millum Los Angeles Times.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo