Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Málið um tvær flogternur, sum eru sagdar úr starvi hjá Atlantic Airways, er farið fullkomiliga út av kós, eftir at fakfelagið, FPU, í fjølmiðlunum hevur gjørt alt fyri at reingja veruliga avgerðargrundarlagið undir uppsagnunum.

- Við øðrum orðum er talan um beinleiðis manipulatión frá FPU, sum enntá ikki er sáttmálapartur. Tað er ein ógvuliga ódámlig framferð, sum vit halda hevur uppiborið eina hvassa átalu, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. 

Hon vil ikki greiða ítøkiliga frá orsøkunum til uppsagnirnar, men hon sigur kortini so mikið, at talan er um óhóskandi og illoyalan atburð, sum Atlantic Airways undir ongum umstøðum kann góðtaka.

- Longur fara vit ikki inn í hetta málið í almenna rúminum, tí talan er um persónsmál, sum vit meta vera óhóskandi at viðgera alment, tó at FPU alsamt roynir at reingja málið í miðlunum, staðfestir Jóhanna á Bergi.

Hon leggur dent á, at málið einki hevur at gera við leiklutin hjá flogternunum sum ávikavist forkvinna og næstforkvinna í nýstovnaða felagnum hjá flogternunum, ið nevnist Súlan, og sum er limur í danska FPU – Flyvebranchens Personale Union.

- Tvørturímóti er Føroya Arbeiðsgevarafelag vegna okkum í ferð við at taka upp samráðingar við Súluna um nýggjan sáttmála at galda frá 1. november 2019, tá individuellu sáttmálarnir hjá flogternunum ígjøgnum Starvsmannafelagið renna út, sigur Jóhanna á Bergi.

Flogternurnar fóru herfyri úr Starvsmannafelagnum og stovnaðu felagið, Súlan, sum altso hevur limaskap í danska fakfelagnum, FPU.

Flogternurnar hava tó framvegis individuellar sáttmálar ígjøgnum Starvsmannafelagið fram til 1. november 2019. Og júst individuellu sáttmálarnir hava við sær, flogternurnar heldur ikki kunnu ákalla sær leiklutin sum álitisfólk, tá álitisfólk bara virka innan fyri kollektivar sáttmálar.

- Her er talan um eitt uppsagnarmál á tungtvigandi avgerðargrundarlagi, sum FPU roynir at manipulera til eitt fakfelagsstríð. Tað er ikki álitisvekjandi, tá hugsað verður um, at vit í næstum skulu hava nýggjan sáttmála við Súluna, sum er limur í FPU. Eg skilji ikki hesa framferðina, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo