Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Beppe Grillo, stovnari av størsta flokkinum í Italia, fær hvassar ákoyringar, eftir at hann verjir son sín í einum neyðtøkumáli.

- Tit áttu at handtikið meg ístaðin fyri. Sonur mín og vinir hansara eru fýra tápulingar, ikki fýra hópneyðtøkubrotsmenn. Tú kanst ikki koma at hugsa um eina neyðtøku átta dagar eftir og ímeðan fara út at surfa.

Beppe Grillo, fyrrverandi komikari og stovnari av Fimmstjørnurørsluni, er við hesum orðunum endaður í einum ódnarveðri.

Sonur hansara Ciro Grillo er partur av einum rættarmáli um eina hópneyðtøku, hann var við í á Sardinia í juli 2019.

Og videoin hjá Beppe Grillo (omanfyri), har hann verjir sonin í einum illsinnisherðindi, er vorðin tað heilt stóra samtaluevni í Italia, skrivar danska TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo