Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vágs Kommuna: Mentamálanevndin hjá Vágs kommunu valdi í seinastu viku at geva eina hjálpandi hond til tey ukrainsku flóttarfólkini sum eru komin til Tvøroyri seinastu vikurnar.

- Tað er okkara skylda sum ein kommuna at stuðla undir hjá fólkum, har neyðin er størst, tað er tað so avgjørt í hesum føri, sigur Levi Mørk, formaður í  Mentamálanevndin hjá Vágs kommunu.

Nevndin takkar øllum á Tvøroyri og øðrum við, fyri at vera somikið hjartagóð at hjálpa hesum neyðars flóttum úr krígsherjaða Úrkraina og heilt til Tvøroyri.

Tað eru góðar tvær vikur síðani, at ukrainsku flóttafólkini komu til Suðuroynna.

Og í vikuni var borgarstjórin í Vágs Kommunu, Bjarni Johansen, á vitjan hjá teimun og handaði eisini gávubrævið frá Vágs kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo