Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Í seinasta kunngerðablaðnum, sum er komið í dag,  er ásett, at Sirið Stenberg er nýggj varaløgkvinna í Føroyum. Tað hendir eftir, at hon hevur avloyst Høgna Hoydal sum forkvinna í Tjóðveldi. Høgni Hoydal var varaløgmaður í samgonguni við Javnaðarflokkin og Framsókn.

Áður hevur formliga heitið verið løgmaður hjá báðum kynum.

Tað var í mai í fjør at lógin bleiv broytt, eftir at ein grein 25 nevnd kom við tilmæli um at broyta heitini, so heitini løgkvinna og varaløgkvinna komu í lógina.

Marita Petersen sála var løgmaður, tí tá var tað heitið til bæði mann- og konufólk sum høvdu embætið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo