Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroya Handverkarafelag og LÍV hava undirskrivað eina nýggja avtalu, og við hesi verður víðkað um fulnaðirnar í samlagstryggingini.

Nýtt í avtaluni er ein veiting á kr. 200.000, við einari niðurtrapping við varandi óarbeiðsføri. Veitingin verður útgoldin í einum.

Við nýggju avtaluni hevur Føroya Handverkarafelag tryggjað sínar limir enn betri, soleiðis, at hesir nú eisini fáa útgoldið eina trygging í einum um teir gerast varandi óarbeiðsførir.

Frammanundan eru limirnir tryggjaðir við deyða, einari veiting útgoldin í einum til barnið/børnini, um limurin doyr, deyða hjá hjúnarfelaga/sambúgva, ávísar hættisligar sjúkur hjá sær sjálvum ella børnum undir 18 ár, inngjaldstrygging og hoyritól.

Umframt hesar nevndu tryggingar hava limir rætt til eina skattafría lokaupphædd tá teir gerast 67 ár.

Allir limir í felagnum fáa tryggingarnar uttan at lata inn heilsuupplýsingar. Á hendan hátt fáa limirnir í Føroya Handverkarafelag eina røð av góðum tryggingum til sera lagaligar treytir.

Við nýggju avtaluni kunnu limirnir kenna seg enn tryggari.

Broytingarnar í nýggju avtaluni koma í gildi 1. januar 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo