

Føroya Hundaførarafelag: Hvørt gamlaárskvøld blíva hundar burtur. Flestu koma tíbetur aftur, men tað hendir meira enn so, at hundurin ikki verður funnin aftur.
So hervið ein áheitan frá okkum til allar hundaeigarar, um at ansa væl eftir hundunum, og at hava teir í bandi ella á væl avhegnaðum økið, tá tit fara út við teimum.
Sjálvt tann mest róligi hundurin kann fáa ein hvøkk av fýrverki.
Á myndini sæst 11 ára gamla Tora ein góðan summardag í brátt fara árinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo