Føroya Symfoniorkestur við Hans Petur í Brekkunum, stjóra og Jónas Bloch Danielsen, leiðari í Mentanarhúsinum, hava skrivað undir 2-ára samstarvsavtalu.
Sambært avtaluni kemur Føroya Symfonieorkestur at hava eina konsert árliga í Mentanarhúsinum.
Mentanarhúsið fegnast um, at vit við hesi avtalu gerast karmur um klassiskan tónleik á hægsta stigi. Fyri Føroya Symfoniorksetur leggur avtalan lunnar undir arbeiðið at gera tónleikalívið fjølbroytt og dygdargott kring landið.
Fyrsta konsertin verður eftir ætlan 24. septembur 2023.
Mentanarhúsið er millum best ljóðandi hølir í landinum. Nú Føroya Symfoniorkestur komandi tvey árini fer at hava árligu heystkonsertina í Mentanarhúsinum, er lagt er upp til eina nærverandi uppliving, har orkestrið í mun til aðrar framførslur er heilt nær við áhoyraran.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo