Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Tíðindaskriv frá Føroya Væl

Føroya Væl, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy, skipaði fríggjadagin 10. desember 2021, fyri regluliga limafundinum - í Tórshavn, á Gamla Apoteki.

Fundurin kom í lag í sambandi við framhaldandi vánaligu veljarakanningarnar hjá Sambandsflokkinum og nú eisini samgonguni. Harafturat sær út til, at ein ávísur flokkur í landsstýrinum beinleiðis gongur ímóti korunupolitikkin hjá landsstýrinum.

Á fundinum fingu limirnir í felagnum høvið at koma til orðanna um politisku støðuna og gjørdar vórðu hesar staðfestingar og niðurstøður:

1. Týðandi politisk mál
Sambandsflokkurin í landsins leiðslu varðar av at loysa nøkur týðandi politisk mál og verkætlanir, soleiðis sum ásett í samgonguavtaluni.

Heitt verður á løgmann um at tryggja, at tey stóru málini, sum flokkur okkara varðar av, verða loyst skjótast gjørligt og í nærmastu framtið - mál sum grøna orkuskiftið, ferðavinnuøkið og gongd i haga, rehabiliteringsdepil og rehabiliteringslóg og at átøk úr Vakstrarforum verða sett á dagsskránna fyri at skapa vøkstur og vælferð.

2. Sammøðurmálið - eitt etiskt mál og mannarættindamál
Sambandsflokkurin er ein sosialliberalur flokkur. Hetta merkir m.a., at flokkurin virðir og verjir frælsi, felagsskapin, rættartrygd, líkarætt, tali- og skrivifrælsi og onnur fólkaræðislig samfelagsvirðir.

Í etiskum málum hevur verið ein long siðvenja, at tinglimir eru frítt stillaðir at velja eftir teirra egnu sannføring. Siðvenjan hevur verið vird í áramál og rúmar hon persónligum grundvirðum hjá øllum pørtum. 

Tingfólk eiga í málinum um sammøður at vera fríttstillað at atkvøða eftir teirra egnu sannføring, og skulu ikki trýstast av sínum egnu floks- og samgongufeløgum at atkvøða nakað ávíst. Um neyðugt, eigur eisini at verða víkt frá samgonguavtaluni.

Flokkurin eigur at vera ein meira modernaður flokkur, sum dregur til sín ungfólk og annars gevur pláss fyri ymiskum sjónarmiðum og virðum, ið avspeglar tíðina vit liva í.

3. Samgongan
Tað er hent fleiri ferðir, at ávíst landsstýrisfólk úr einum av minstu flokkunum á tingi, er við til at undirgrava koronupolitikkin hjá landsstýrinum. Ein koronupolitikkur, sum flest allir føroyingar royna at fylgja, við at taka samfelagsábyrgd, men sum partar av landsstýrinum sjálvum ikki vilja fylgja.

Løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum eiga at taka neyðug stig til, at hetta stegðar beinanvegin og heldur tað fram, ja so skal tað fáa avleiðingar fyri viðkomandi, sum undirgravar koronupolitikkin - tí tað eigur ikki at koma fyri.

Sambandsflokkurin eigur annars um neyðugt, og í teimum førum tað skaðar flokkin, at umhugsa at slíta verandi samgongusamstarv.

4. Fólkatingssessir og løgtingssessir - eykamandatir
Sambandsflokkurin eigur at hava eina skipan sum tryggjar, at okkara eykavaldu sleppa framat til annahvørt Fólkatingið ella Løgtingið, tá ein møguleiki er til tess.

Tað, sum hendi í síðstu viku, at ein løgtingsmaður hjá Sambandsflokkinum setti seg á báðar sessirnar er átaluvert, og eigur ikki at koma fyri.

5. Unga Samband
Unga Samband fær ov lítla og oftast onga rúmd í móðurflokkinum, og floksleiðslan sýnir lítlan áhuga fyri politiska ungdómsarbeiðinum í flokkinum. Hetta hevur m.a. við sær, at alt ov fá ungfólk verða sett við í politiska arbeiðinum í flokkinum.

Ungfólk í flokkinum eiga í størri mun at sleppa til orðanna og verða tikin við upp á ráð í politiskt týðandi málum.

Mælt verður til, at floksleiðslan tekur stig til at menna og stuðla ungdómsarbeiðinum í flokkinum og eigur í tí sambandi, saman við nevndini í Unga Samband, at hjálpa til at skipa fyri átøkum og menning og annars eggja til aktiva politiska luttøku í flokkinum.

6. Politikkmenning
Sambandsflokkurin kunngjørdi fyri nøkrum mánaðum síðani, at næstformaðurin í flokkinum skuldi arbeiða við at menna flokkin. Ein sera týðandi partur av hesum arbeiði, fyri ein stóran flokk sum Sambandsflokkin, er politikkmenning.

Heitt verður á floksleiðsluna um at syrgja fyri, at gongd beinanvegin kemur á politikkmenningina í flokkinum.

Limafundurin í Føroya Væl 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo