Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Føroya Vakrasta Hálvmaratonn 2022: #FVHM er eitt heildagstiltak. Tað er veitsludámur tá Føroya vakrasta hálvmaratonn verður sett í gongd. Rutan er einastandandi vøkur og á túrinum er tónleikur. Luttakarafjøldin er fjølbroytt heilt frá ídnastu rennaranum Føroyar hava, til tey, sum njóta ein gongutúr og allar variatiónir har ímillum; fleiri arbeiðspláss luttaka, bólkar av vinfólki og so framvegis. Eitt ávíst luttakaratal eru útlendingar og hetta setir sín dám, tá tú kemur móti málinum við flaggrøðini Vága kommuna setur upp á hvørjum ári.

Aftaná bjóðar Frælsi døgurða á Giljanesi.

Eins og undanfarin ár fara 100 kr av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið sum stuðul og rennarar kunnu velja at lata til Krabbameinsfelagið við.

Berin, ið skipar fyri sorgarbólkum fyri børn, fær altíð nakað av stuðli frá tiltakinum eisini.

Sum vanligt ber til at keypa sær eina G&G rennitroyggju sum minni um dagin. Í ár hevur hon langar ermar.

Tað er avmarkað nøgd av rennitroyggjum og legg til merkis, at støddinar eru unisex.

Tað er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, ið skipar fyri tiltakinum við dyggum stuðli frá vágafólki, sjálvbodnum felagsskapum og vinnufyritøkum, sum øll loysa eina ørgrynnu av uppgávum í sambandi við tiltakið umframt, at kommunurnar í Vágum stuðla við at seta fløgg upp, skelta og líknandi.

Til ber at tekna seg til #FVHM:

At ganga her og at renna her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo