Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ítróttafelagið Frælsi: Vit gleða okkum at bjóða tykkum til Føroya vakrasta hálvmaratonn í morgin, leygardagin 3. septembur. Tað er tá vit renna og ganga úr Gásadali til Sandavágskirkju og í gjøgnum allar vøkru bygdirnar í Vágum.

#FVHM er eitt heildagstiltak. Tað er veitsludámur tá Føroya vakrasta hálvmaratonn verður sett í gongd. Rutan er einastandandi vøkur og á túrinum er tónleikur, ymsastaðni eru playlistar og við skúlan í Sørvági spælir Sørvágs tónleikarafelag, og Sámal Ravnsfjall fer at syngja uttanfyri Magn. Útikonsert verður við Herborg á Torkilsheyggi uttanfyri Betri, sum eisini fer at bjóða kaffi og kaku. Hetta gevur eisini byggdafólki í Vágum møguleika fyri at fara út ein túr, njóta góða veðrið og løtuna, og stuðla teimum sum renna og ganga langa teinin úr Gásadali til Sandavágs.

Gott 700 luttakarar fara at ganga ella renna til #FVHM í ár. Luttakarafjøldin er fjølbroytt heilt frá ídnastu rennaranum Føroyar hava, til tey, sum njóta ein gongutúr og allar variatiónir har ímillum; fleiri arbeiðspláss luttaka, bólkar av vinfólki og so framvegis. Eitt ávíst luttakaratal eru útlendingar og hetta setir sín dám, tá tú kemur móti málinum við flaggrøðini Vága kommuna setur upp á hvørjum ári. Á málinum samlast nógvir áskoðarar at taka ímóti, og har verður, eins og undanfarin ár, Myndaboksin at avmynda løtuna.

Aftaná bjóðar Frælsi ein miðmála á Giljanesi við laksi frá Hiddenfjord.
Eins og undanfarin ár fara 100 kr av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið sum stuðul og rennarar kunnu velja at lata til Krabbameinsfelagið við. Berin, ið skipar fyri sorgarbólkum fyri børn, fær altíð nakað av stuðli frá tiltakinum eisini.

Í samband við tiltakið, er Gásadalstunnilin stongdur frá kl. 9.45 til 11.30, og Vatnavegurin, frá omankoyringini til flogvøllin og til rundkoyringina við FK, verður stongdur frá kl. 11.30 til 13.00. Frá kl. 13.00 til 14.00 letur ein koyribreyt upp, har koyrt verður í konvoy sum Vága Bjargingarfelag skipar.

Tað er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, ið skipar fyri tiltakinum við dyggum stuðli frá vágafólki, sjálvbodnum felagsskapum og vinnufyritøkum, sum øll loysa eina ørgrynnu av uppgávum í sambandi við tiltakið umframt, at kommunurnar í Vágum stuðla við at seta fløgg upp, skelta og mangt annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo