Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Her er okkurt spinnandi galið í Føroyum!

Meðan arbeiðspláss, sum skulu ansa okkara børnum, eldru, sjúku og veiku skríggja eftir arbeiðskraft, streymar útlendsk arbeiðsmegi til landið at manna arbeiðspláss, sum ikki krevja serligar førleikar.

Hesi fólkini duga ikki føroyskt av góðum grundum, og tí kunnu tey ikki røkja størv, sum gagna fólkinum í landinum.

Tey trýsta eisini sperda føroyska bústaðarmarknaðin, sum ger støðuna truplari hjá teimum, sum búgva her, og sum ikki eru før fyri at gjalda høga húsaleigu.

Samstundis sigur alment stuðlaða ferðavinnan, at vit mugu fáa fleiri ferðafólk til landið, tí ov nógvar sengur standa tómar á stóru nýggju gistingarhúsunum, og nú skal eitt nýtt og stórt gistingarhús byggjast afturat í Klaksvík.

Ein vaksandi ferðavinna, sum trýstir føroysku náttúruna, og sum fer at kappast við manglandi arbeiðsmegina í landinum og/ella mannast við útlendingum.

Hvørjum gagnar hetta? Avgjørt ikki vanligum føroyingum!

Alivinnan skal vaksa, virki skulu byggjast á landi at meirvirka uppisjóvarfisk, og ætlandi skulu allar vinnur vaksa, mennast og økjast.

Samstundis er stórur tørvur á læknum og serlæknum, sjúkrarøktarfrøðingum, námsfrøðingum, heilsuhjálparum og so víðari, og so víðari. Hetta hongur ikki saman!

Føroyar eru ávegis at gerast eitt samfelag fyri stórar vinnufyritøkur, sum partvíst verða mannaðar við vaksandi útlendskari arbeiðsmegi.

Og hvat gera og siga vit vanligu føroyingar?

Jú, vit standa bara og hyggja at, og verða slept upp á fjall. Fyri okkum sýnist tað nóg mikið, at nøkur fá av okkum eru í heimsflokki.

Vit velja politikkarar, sum skulu umboða, gagna og tæna øllum føroyingum.

Men hvar er politiska stýringin, og er tað politiski myndugleikin, sum stýrir?

Fyri mær at síggja, eru tað aðrar og sterkari kreftir, sum stýra landinum og kósini í samfelagnum.

Er hetta tað samfelagið, vit vanligu føroyingar ynsktu okkum?

Jákup Andreasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo