Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

Politikkur

Mynd: Jens Christian Andersen

Mynd: Jens Christian Andersen

Mynd: Jens Christian Andersen

Løgmálaráðið: Í døgunum 27. - 30. oktobur hevur Norðurlandaráðið havt ársfund í Stokkhólmi í svenska Ríkisdegnum, har Bjarni K. Petersen, samstarvsráðharri í norðurlandamálum, hevur luttikið.

Høvuðsgestarøðari var Ursula von der Leyen, forkvinna fyri ES-nevndina.

Í 2026 hava Danmark og Føroyar formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Á ársfundinum varð formansskráin løgd fram av Aksel V. Johannesen løgmanni og Mette Frederiksen forsætisráðharra vegna Føroyar og Danmark. Grønland hevur tikið avgerð um ikki at taka lut í formansskapinum.

Í formansskapinum, sum hevur heitið ”Sameind í skiftandi tíðum” fara Føroyar og Danmark at arbeiða fyri at styrkja samstarvið millum øll tey átta norðurlondini við serligum denti á:

-     Samfelagstrygd og tilbúgving

-     Kappingarføri í Norðurlondum

-     Javnsetta luttøku í norðurlendska samstarvinum fyri Føroyar, Grønland og Áland

Í samband við formansskapin fara Føroyar í 2026 at vera vertir fyri umleið 20 fundum í Norðurlendska Ráðharraráðnum, bæði á ráðharrastigi og embætisfólkastigi.

Sí formansskránna her.

”Føroyar hava luttikið í norðurlendska samstarvinum í meira enn 50 ár, og nærum líka leingi hava vit ynskt og søkt um limaskap í egnum navni.” sigur Bjarni K. Petersen, samstarvsráðharri.

”Útlit eru fyri, at ein kommissión verður sett at endurskoða Helsingforsavtaluna í 2026, og útlitini fyri fullum limaskapi eru betri enn nakrantíð. Samstundis gevur formansskapurin okkum høvi at vísa í verki, at norðurlendska samstarvið hevur virði fyri Føroyar, og ikki minst, at vit vilja taka ábyrgd og geva okkara íkast til samstarvið.”    

Í sambandi við ársfundin vóru mentanarvirðislønirnar hjá Norðurlanda Ráðnum handaðar á hátíðarhaldi í Ríkisdegnum. Vónbjørt Vang og Sakaris Stórá vunnu ávíkavist bókamenta- og filmsvirðislønirnar, og samstarvsráðharrin var vertur fyri eini mótttøku til heiðurs fyri føroysku vinnarunum.   

Sí fleiri myndir frá Norden.org og Uttanríkis- og vinnumálaráðnum við at trýsta á myndina ovast í skrivinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo