Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

MAF Føroyar: Føroya landsstýri hevur í 2021 og 2022 latið eina millión krónur til heilsuflúgving hjá MAF (Mission Aviation Fellowship) í Suðursudan. Pengarnir eru brúktir til koppseting av túsundtals børnum ímóti t.d. meslingum.

Hvør er fyrsta hugsan, tá børn vera fødd? Livir barnið? Er tað frískt ella sjúkt? Hvussu kann eg taka mær av tí?

Takkað verið koppseting eru barnasjúkur, sum t.d. meslingar, meir ella minni útruddaðar her á okkara leiðum.

Børn doyggja av meslingum
Men soleiðis er ikki í nógvum menningarlondum. Har eru meslingar orsøk til at børn doyggja.

Tí flýgur MAF til fjarskotnar bygdir í Suðursudan saman við heilsuserfrøðingum at koppseta børn upp til 5 ár, so tey gerast betur eru før fyri at yvirliva.

Í 2021 fekk MAF 800.000 kr. frá Føroya landsstýri til júst hesa uppgávu. Og í 2022 vóru 200.000 kr. latnar afturat til heilsuflúgving og til at útbúgva heilsustarvsfólk. Ein millión ger stóran mun í einum landi, sum hevur so stóran tørv á hjálp.

MAF fleyg fyri stuttum koppingarevni til Pibor, tí meslingar tóku seg upp har. 300 børn vóru smittað í býnum Gumuruk í Pibor. Nú vóru góð ráð dýr.

Saman við felagsskapinum Medair, fleyg MAF 77 lokal starvsfólk til Pibor økið. Har gingu tey smáttu úr smáttu og koppsettu børnini. Tað tók fýra vikur at koppseta yvir 18.000 børn og farsóttin steðgaði.

Føroyar gera ómetaliga stóran mun
Søgan endurtekur seg bygd eftir bygd. Í Torit vórðu ikki færri enn 24.534 børn koppsett. Stutt eftir fingu 7.370 børn í Raja somu hjálp. Soleiðis ger peningurin úr Føroyum ómetaliga stóran mun.

Heilsuátøkini í Suðursudan fevna víða – og tørvurin er stórur í hesum fátæka landi. Landi líður ikki bara undir smittandi sjúkum, men eisini hungri, stríði og vanlukkum. Tað hendir javnan, at sjúkur sum diarré, malaria og meslingar herja. Í 2020 herjaði COVID-19 saman við oyðileggjandi vatnflóðum og løgdu enn fleiri trupulleikar á hart royndu íbúgvarnar.

Útgerð til fyrsta apotekið
Heilsuflúgvingin hjá MAF hjálpir túsundtals fólkum. MAF flytir heilsustarvsfólk, útgerð til sjúkrahús, heilivág og koppingarevni trygt yvir frumskóg, savannu og mýrilendi.

Fyri stuttum fleyg MAF alla útgerðina til tað fyrsta apotekið hjá Suðursudan í Wau økinum. MAF er saman við øðrum hjálparfelagsskapum við til at útbúgva heilsustarvsfólk á sjúkrahúsinum í Kapoeta og í flytiførum heilsustøðum í økinum.

Trygga flogtænastan hjá MAF er ein sera virðismikil partur í arbeiðinum at styrkja heilsuskipanina í hesum menningarlandi, og føroyska menningarhjálpin hevur gjørt stóran mun fyri nógv menniskju.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo