Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning um ætlanina hjá landsstýrinum um grøna endurreisn, frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvat meinar landsstýrismaðurin við, tá hann sigur, at vit í Føroyum skulu hava “grøna endurreisn”?

2. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrið um sokallaða “grøna endurreisn”?

Til spurning 1 og 2
Omanfyri nevndu spurningar taka støði í einari grein, har eg sum norðurlendskur samstarvsráðharri, saman við mínum starvsbrøðrum í Danmark og Grønlandi, taka saman um okkara felags formansskap í Norðurlanda Ráðharraráðnum í 2020.

Vit staðfesta m.a. í hesari grein, har vit standa á gáttini til 2021, at nýggja virkisætlanin, sum fevnir um tíðarskeiðið 2021 til 2024, sum er partur av visjón 2030, hevur nógv spennandi átøk við sær, m.a. eisini á grøna økinum.

Tá eg, sum norðurlendskur samstarvsráðharri, nevni grønu endurreisnina, so verður sipað til innihaldið á hesum øki í okkara felags norðurlendsku virkisætlan, sum røkkur frá ársbyrjan í ár og fram til endan av 2024.

Málini í hesari virkisætlan fara í gongd í hesum ári, og miðað verður eftir, at málini verða rokkin í 2024. Okkara embætisfólk, saman við hinum embætisfólkunum í hinum norðurlondum og norðurlendskum stovnum o.ø., fara nú at seta hesi mál í verk, sum eru galdandi fyri øll norðurlond.

Her standa nógv spennandi mál á skránni, sum vit í Føroyum óivað eisini fara at fáa nógv gagn av.

Eg kann annars nevna, at Føroyar hava fingið munandi upphæddir frá Norðurlanda Ráðharraráðnum til at fremja spennandi verkætlanir komandi tíðina á grøna økinum, nevniliga bygging av einum fult elriknum alibáti, sum eftir ætlan verður latin Bakkafrost um ársskiftið, og menna og byggja eina jarðog fjarhitaskipan í Leirvík, ið einans nýtir grøna elorku.

Seinna verkætlanin verður ætlandi klár at taka í nýtslu á sumri næsta ár. Her er veruliga talan um slóðbrótandi ætlanir.

Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo