Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kim Simonsen skrivar í Politikken og Information, at tá danskir miðlar dekka Føroyar, so er tað kritiskar greinar um fosturtøku, homofobi og kvinnuundirskot. Hetta gevur dønum eina fullkomiliga reingjaða mynd av Føroyum, sigur Kim Simonsen.

At skriva negativt og reingja veruleikan er ikki bara galdandi fyri danskar miðlar. Skeivreingja miðlavarpan er tíverri sera útbreitt í dagsins samfelag - allastaðni.

Karismatiski svenski statistikarin Hans Rosling segði einaferð í samrøðu við danskan vert í sendingini Deadline á DR 2, at man als ikki kann brúka miðlar fyri at skilja heimin. Man má hava grundleggjandi vitan og fylgja upp uppá fakta.

Í hesi somu samrøðu sigur danski verturin við Hans Rosling, at tað, sum myndar heimin í løtuni (hetta er 7-8 ár síðan), er kríggj, konfliktir, kaos og órógv.

Til hetta svarar Hans Rosling, at støðan í heiminum er beint tann øvugta. Støðan er sum heild góð, og í rívandi positivari menning. Sum dømi nevnir hann, at flest allar gentur í heiminum ganga í skúla, at demokratisk val hava verið í stórum londum sum Nigeria og Indonesia, at India hevur øgiliga framgongd, at flest øll børn verða koppsett, at barnatalið ikki er í vøkstri longur, umframt at størsti parturin av heiminum hevur atgongd til streym o.s.fr.

Í Føroyum eru vit onki frægari at miðla um, hvussu tað gongst her heima.

Tá eg var tannáringur, minnist eg, at ein bók varð skrivað við heitinum “Exit Føroyar”, sum vísti á, at Føroyar í framtíðini einans fór at vera ein kraftdepil fyri oldingar.

Tann spádómurin eldist í øllum førum ikki væl.

Um mann tekur føroyskar miðlar og serliga poltikarar, sum fáa talutíð og rúmd í føroyskum miðlum, so hevur man hoyrt seinastu árini at:

Landskassin er tómur, landskassaskuldin veksur, undirskot er á fíggjarlógini, fólk fáa ikki endarnar at røkka saman, onki er gjørt á grøna økinum, at tað ongantíð hevur verið størri ójavni enn tað er nú, nøkur fá eiga alt og keypa alt annað upp, politkarar geva virðir til vinir og kenningar, at vit eru í eini bústaðarkreppu, at vit eru í eini vælferðarkreppu, okkara ungu mistrívast og hava sálarligar trupuleikar, umframt at vit nú hava eina búskaparliga haldføriskreppu.

Tað verður eisini konstant miðlað út, hvussu virðiskonservativir føroyingar eru. Og verður hetta miðlað eitt sindur generaliserandi út, sum at er mann trúgvandi, so er man eisini konservativur.

Men hvussu stendur veruliga til í Føroyum?

Um vit hyggja eftir fakta, so sær soleiðis út:

- Nettoskuldin hjá landskassanum er null.

- Tað hevur verið yvirskot á fíggjarlógini 7 út av teimum seinastu 8 árunum.

- Kommunurnar skylda lítið og eru væl fyri.

- Húsarhaldini hava meira pengar á bók enn tey skylda.

- Tær stóru fyritøkurnar hava nærum onga skuld, og hava gjørt søguliga stórar íløgur fyri at framtíðartryggja seg.

- Føroyar hava eina fyritøku, sum hevur størri virði enn alt BTÚ í Føroyum.

- Føroyar hava gjørt kempi íløgur á grøna økinum, og nýggjastu átøkini hjá SEV kunnu viðføra, at Føroyar longu í 2030 er sjálvforsýnandi við grønari orku á landi.

- Føroyar hava ein tann størsta búskaparvøksturin í heiminum.

- Føroyar eru eitt tað ríkasta landi í heiminum pr. borgara.

- Føroyar hevur eitt av mest arbeiðandi fólkinum í heiminum. Omanfyri 80% av øllum fólkinum millum 16-74 ár arbeiða. Bæði kvinnur og menn.

- Føroyar hava mest arbeiðandi pensjónistar í Evropa. Omanfyri 30% av øllum pensjónistum millum 67-74 ár arbeiða. Hetta er helst eisini heimsrekord.

- Føroyar hava havt kempi stóran fólkavøkstur í nógv ár.

- Tað vórðu bygdir 300 nýggir bústaðir í Føroyum í fjør (tað mesta av privatum), sum er tað næst hægsta seinastu 25 árini.

- Føroyar hevur hægsta burðartal pr. kvinnu í Evropa og fáa í miðal 2,5 børn hvør.

- Føroyar hevur onki arbeiðsloysi.

- Føroyar er eitt tað javnasta samfelagið í heiminum, hóast vit eru eitt tað ríkasta samfelagið í heiminum.

- Føroyar hava eitt fantastiskt samferðslukervi - vegir, havnir, tunnlar,undirsjóvartunnlar, flogvøll - vit eru eitt av best útbygdu oyggja samfeløgunum í heiminum.

- Føroyar hevur sera gott internetsamband og fær nú 5G og fiburnet.

- Føroyingar hava ein tann hægsta livialdurin í heiminum.

- Føroyar er eitt tað tryggasta landið í heiminum at búgva í við minst kriminaliteti.

Við hesum avrikslista er ikki løgið, at Fólkaheilsuráðið gav út frágreiðing í 2013 við heitinum “Føroyar besta land í heiminum”.

Og eru føroyingar veruliga so virðiskonservativir, sum tað verður borið fram? Ein dagin var ein framløga hjá Heina í Skorini í sjónvarpinum. Har framgongur, at 70% av øllum føroyingum í kanning hava svarað, at religión/trúgv hevur stóran ella nakað av týdningi í teirra lívi. Hetta er nógv meira enn í øðrum londum, sum vit samanbera okkum við.

Hóast hetta, so vísti Gallup kanning longu í 2013, at 68% av føroyingum tóku undir við, at samkynd kundu ganga saman í borgarligt hjúnaband.

Allarhelst taka nógv fleiri undir við hesum í dag, og síðan tá er hjúnabandslógin, lógin um sammøður og lógin um barsil til sammøður samtykt.

Grundað á hetta kann man staðfesta, at hóast føroyingar í sera stóran mun eru trúgvandi fólk, so eru Føroyingar í sera stóran mun virðisliberalir, sum virða og ynskja eitt fjølbroytt samfelag.

So hóast tað ofta verður gjørt nógv fyri at reingja veruleikan, so kunnu vit bara staðfesta, at samanumtikið eru Føroyar eitt nýmótans samfelag í heimsflokki á nærum øllum økjum.

Henning Erhardsson Joensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo