Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Lazurnyy og Kapitan Demidenko liggja á Ánunum. Karelia liggur á Fuglafirði. Ester liggur í Runavík. Zamoskvorechye liggur á Nólsoyarfirði. Kurshskaya Kosa liggur estanfyri Føroyar. Hetta er dagin eftir flaggdagin, og fleiri flaggrøður í gjár harmaðust av røttum um lagaligu støðutakanina hjá føroyskum myndugleikum í mun til Russland.

Hetta er við at gerast ein pínlig støða hjá okkum føroyingum.

Vit risikera at gerast kend sum landið, ið hjálpti Russlandi, tá flest øll onnur vendu teimum rygg. Ja, longu nú hoyrist ónøgd ymsa staðni frá.

Vit eru vorðin ein Nødens Havn hjá russiskum skipum í Norðuratlantshavi. Summi halda, at vit hava russum nógv at takka, tí Russland er vorðið okkara størsti útflutningsmarknaður seinastu árini, eftir at ES stongdi havnir sínar fyri føroyskum skipum.

Men nú er veruleikin tann, at føroyingar eru við til at breyðføða eitt samfelag, ið upp á fá ár er endað sum eitt diktatur við einari krígsførslu, ið mest av øllum minnir um Týskland undir Hitler.

Russland er desperat
Hertøkan av Krim í 2014 var nóg ring, men innrásin í 2022 fer so ómetliga nógv longur, bæði hvat viðvíkur at taka øki, men serliga hvat viðvíkur eirindarleysu viðferðini ímóti sivilum ukrainarum.

Vit frætta nú, at Putin og hansara harkalið er í stórari kreppu. Herurin hevur verið fyri stórum missum, og nógv av ovastu herleiðsluni eru send til hús ella koyrt í fongsul. Putin verður alsamt meiri desperatur, og tá hann verður kroystur upp í ein krók, kann hann finna upp á hvat sum helst, eisini at brúka atomvápn.

Hetta er ikki nøkur lítil kreppa, ið fer at hæsa av í bræði. Hetta er ein heimskreppa, ið kann enda sum heimskríggj, sambært Lavrov uttanríkisráðharra.

Í hesum føri mugu føroyingar hugsa eitt sindur minni um løtuvinning og meiri um at taka røttu strategisku støðuna í hesi avgerandi løtu - her eiga eisini at verða tikin skilagóð og viðkomandi samfelagslig atlit.

Tí hevði verið rættast og ruddiligast fyribils at útihýst russisku skipunum úr føroyskum havnum. Ikki minst fyri at varðveita okkara egnu sjálsvirðing og trúvirði í mun til vesturlendsku átøkini.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo