Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Í gjár undirritaðu samráðingarleiðararnir hjá Føroyum og Bretlandi eina semju um sínámillum fiskirættindi fyri 2023.

Samráðingar hava verið millum londini bæði í London 7.-8. desember 2022 og í Tórshavn 21. februar 2023.

Í semjuni eru sínámillum fiskirættindini hjá Føroyum og Bretlandi fyri 2023 ásett, har Føroyar fáa rættindi frá Bretlandi at veiða svartkalva, tosk, hýsu, longu, brosmu og blálongu, meðan Bretland fær rættindi frá Føroyum at veiða hýsu, upsa, blálongu, longu, flatfisk og eina kvotu fyri onnur fiskasløg. Til bæði londini verða harafturat tillutaðar smærri hjáveiðukvotur av ymsum fiskasløgum.

Føroyar og Bretland eru eisini samd um at halda fram at samstarva um Serøkið, sum tey í felag varða av. Somuleiðis eru Føroyar og Bretland samd um at framhaldandi menna góða samstarvið millum eftirlitsmyndugleikarnar í londunum báðum, eins og at góða samstarvið innan havlívfrøðiliga økið, sum lunnar vóru løgdir undir í fjør, skal halda fram.

Á sama hátt sum í 2022, eru Føroyar og Bretland samd um at hittast aftur, tá ið árið er hálvrunnið fyri at gera eftirmetingar og tryggja, at semjan virkar á besta hátt fyri londini bæði.

Semjan kann heintast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo