Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmansskrivstovan: Í morgun var franski sendimaðurin í Keypmannahavn, Christophe Parisot, í Tinganesi á vitjan hjá Bárður á Steig Nielsen løgmanni.

Løgmaður og franski sendimaðurin umrøddu mál, ið Føroyar og Frakland hava felags áhuga í, eitt nú fiskivinnu og ferðavinnu. Franski sendimaðurin vísti millum annað á møguleikar við eini vaksandi ferðavinnu millum Føroyar og Frakland, nú Atlantic Airways flýgur beinleiðis til París.

Eisini umrøddu teir fiskiveiðusamstarvið í Norðuratlantshavi, har bæði Føroyar, og Frakland, sum partur av ES, eru strandarlond. Bæði løgmaður og franski sendimaðurin løgdu dent á týdningin av at finna semjur, fyri at tryggja framhaldandi burðardygga fiskiveiðu.

Løgmaður nýtti eisini høvi til at gera vart við føroyska ynski, um at styrkja samstarvið við ES, har Frakland jú er eitt av teimum størstu limalondunum.

At enda umrøddu løgmaður og sendiharrin økta trygdarpolitiska áhugan fyri Norðuratlantshavi og Arktis, eisini sæð í ljósinum av krígnum í Ukraina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo