Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Føroyar og Ísland eru samd um at taka undir við altjóða revsitiltøkunum, sum vesturheimurin hevur sett í verk ímóti Russlandi. Tað var ein niðurstøða, tá Bárður á Steig Nielsen, løgmaður hitti Katrína Jakobsdóttir, íslendska forsætisráðharran í Reykjavík í dag. Tosa varð m.a. russisku innrásina í Ukraina og hvørjar búskaparligu avleiðingar innrásin hevur fyri Føroyar og Ísland.

Bæði Føroyar og Ísland taka ímóti flóttafólkum úr Ukraina. Avrátt varð, at føroyskir og íslendskir myndugleikar í næstum fara undir eina tilgongd, har vitanin og royndirnar á flóttafólkaøkinum koma báðum pørtum til gagns.

Løgmaður og íslendski forsætisráðharrin eru eisini á einum máli um at styrkja samstarvið millum Føroyar og Ísland, tá ið tað snýr seg um handil, gransking, mentan og útbúgving.

Føroyingar og íslendingar hava nógv í felag, málsliga, mentanarliga, søguliga og sum samfeløg við felags áhugamálum í Norðuratlanshavi. Mongu felags áhugamálini eru haldgott grundarlag undir einum framhaldandi góðum samstarvi.

“Harðrenda russiska innrásin í Ukraina hevur álvarsamar avleiðingar fyri okkum í Norðuratlantshavi.  Ísland er okkara brøðratjóð,  og tí er tað avgerandi, at vit halda á við at styrkja samstarvið og sambandið við Ísland. Við stóru broytingunum úti í heimi í huga, hevur tað stóran týdning, at vit leggja nógv fyri at finna eitt felags stev við allar okkara grannar í Norðuratlantshavi,” heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo