Tveir úlendskir ferðaleiðarar eru handtiknir og sita í varðhaldi ímeðan politiið kannar teirra lógarbrot, tí teir hava arbeitt í Føroyum uttan loyvi.
Føroyar hava millum strangastu reglur fyri slíkt sum hetta um okkara leiðir. Høvuðsreglan er, at øll onnur enn føroyingar og aðrir norðurlendingar skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi fyri at arbeiða í Føroyum. Heldur ikki ES ella EBS borgarar hava rætt at arbeiða í Føroyum, sum teir annars kunnu í øðrum norðurlondum.
Í eitt nú Íslandi, sum vit oftani samanbera okkum við í ferðavinnuhøpi, sleppa borgarar úr ES/EBS at arbeiða uttan serligt loyvi. Eisini hevur Ísland eina serliga skipan við undantaksloyvi fyri útlendskar ferðaleiðarar uttanfyri ES/EBS. Teir kunnu sambært Visit Iceland í ávísum førum arbeiða í Íslandi í upp til 90 dagar uttan arbeiðsloyvi, um teir fylgja ferðafólkabólki til og úr Íslandi, um høvuðsuppgávan er at fylgja bólkinum og samskipa við lokalar veitarar, og um myndugleikarnir verða fráboðaðir frammanundan.
Eisini í Noregi eru reglurnar linari enn tær føroysku, har kunnu útlendskir ferðaleiðarar, sum fylgja útlendskum ferðafólki, arbeiði í upp til tríggjar mánaðir uttan loyvi. Og Finnland hevur somuleiðis ítøkiligar undantaksreglur. Finska útlendingastovan sigur, at fólk í ferðavinnu kunnu arbeiða uttan uppihaldsloyvi, tá tey koma til Finnlands í sambandi við ferðavinnutiltak, pakkatúr ella aðra ferð — t.d. sum ferðaleiðari. Reglan fevnir eisini um bussførarar, kokkar og annað ferðavinnustarvsfólk knýtt at ferðini.
Í øðrum londum, eitt nú Danmark, líkjast reglurnar meira teimum føroysku, tó so at ES/EBS borgarar ikki nýtast arbeiðsloyvi, umframt at nøkur undantøk eru galdandi fyri at arbeiða styttri tíðarskeið, tað vil siga 2-3 samdøgur ella so.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



