Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Stefan Radosavljevic og restin av U21 landsliðnum fyrireika seg til heimadystin móti Ukraina mikukvøldið - Mynd: Ingi Arge/FSF

Stefan Radosavljevic og restin av U21 landsliðnum fyrireika seg til heimadystin móti Ukraina mikukvøldið - Mynd: Ingi Arge/FSF

Stefan Radosavljevic og restin av U21 landsliðnum fyrireika seg til heimadystin móti Ukraina mikukvøldið - Mynd: Ingi Arge/FSF

FSF: Síðan U21 landsliðini hjá Føroyum og Ukraina hittust í Zaporizhia í oktober mánað er støðan í Ukraina broytt á ræðuligasta hugsandi hátt, og í samband við dystin á Tórsvølli vil FSF og U21 landsliðið nýta høvið til at vísa samhuga við ukrainska fólkinum. 

– Umframt at vera eitt fantastiskt spæl har vit dystast um stigini, so hevur fótbóltur eisini eina savnandi megi, sum vit sjálvandi ynskja at brúka í hesum førinum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

FSF hevur tí gjørt av, at áskoðarainntøkurnar fyri dystin verða latnar Reyða krossi til hjálpararbeiðið hjá felagsskapinum í samband við kríggið í Ukraina.

Við at keypa atgongumerki til dystin ert tú sostatt við til at hjálpa Reyða krossi við hesum týdningarmikla arbeiðnum, og Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða krossi takkar í hesum sambandi FSF hjartaliga fyri stuðulin.

Harumframt hevur FSF umvegis Útlendingastovuna bjóðað ukrainum í Føroyum til dystin, og vónandi taka nógv av hesum tilboðnum og møguleikanum fyri at síggja sínar landsmenn á Tórsvølli. 

Dysturin millum Føroyar og Ukraina verður á Tórsvølli mikukvøldið 1. juni kl. 18.00, og atgongumerki kunnu keypast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo